Tíðindi

Kasta 19 ella bull fyrst tá ið tú hevur 119 eftir!

Februar 23, 2019 

Tíðindi

Frá vinstru: Majbritt Hvíthamar (nr.3), Elisabeth Nicolajsen (nr.2), Lydia á Smið (nr.12) og Liss á Fjallinum  (nr.3)

Frá vinstru: Allan við Rætt (nr. 3), Jan McIntosh (nr.2), Uni Árting (nr.1), Petur Thomsen (nr.3)

Frá vinstru: Kjell Johansen/Niels Thomsen (nr. 3), Uni Árting/Jan McIntosh (nr.1), Remy G. Hansen/Petur Thomsen (nr.2)

Frá vinstru: Lydia á Smið (nr. 2), Eydna Olsen (nr. 1), Vivian Andersen  (nr. 1)

Frá vinstru: Niels Thomsen (nr. 2), Jan McIntosh (nr.2), Bogi Isaksen (nr.1), Heri Kallsoy (nr.3)

6. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki leikt á Argjum


36 menn og 8 kvinnur vóru við í kappingini.


Kvinnur

Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Birthe Sikivat hvør sín bólk. Lýdia vann tryggan sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Birthe tapti 3-2 móti Elisabeth Nicolajsen, ið annars endaði aftast í bólkaspælinum. Lýdia vann í hálvfinaluni 4-2 móti Maibrit Hvíthamar, meðan Elisabeth gjørdi bart og vann 4-0 í hinari hálvfinaluni móti Liss á Fjallinum. Lýdia og Elisabeth hava áður spælt mangar finalur, men hesaferð lat Lýdia ongantíð iva vera um, hvør var tann betra av teimum báðum. Lýdia vann 4-0 við sera sannførandi spæli, millum annað hevði Lýdia sett uppá 19 og 22 pílar, umframt at hon fekk ein 180’ara.


Menn

Menninir byrjaðu við 8 bólkum, har flestu favorittarnir megnaðu at blíva nr. 1 ella 2. Tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum. Tó hittust Petur Thomsen og Esmar Mikkelsen longu í 1/16 -finalunum, har Petur vann 4-1. Eisini var merkisvert at Magni Jacobsen vann greiðan 4-0 sigur á Kjell Johansen.

Í 1/8-finalunum var lítil spenningur. Næstan allir dystirnir endaðu við greiðum 4-0 sigri til favorittarnar.

Í 1/4-finalunum hækkaði støðið. Allan við Rætt vann 4-0 móti Jørgen Meitilberg við einum miðaltali uppá 87. Jan McIntosh vann 4-1 móti Jan Erik Fjallstein og Petur Thomsen vann 4-3 í tøttum dysti móti Niels Thomsen. Flestu eyguni fjórðingsfinalunum vóru helst vend móti dystinum millum Remy Gaardlykke og Una Árting. Báðir spældu væl og hildu útlegg trý tey fyrstu settini. Í fjórða setti megnaði Uni at venda dystinum við eini lukking uppá 136. Og tá hann so eisini byrjaði fimta sett við 180, so gjørdist mótbrekkan hjá Remy ov tung og Uni vann 4-1.

Uni Árting og Petur Thomsen hittust í aðrari hálvfinaluri. Báðir spældu væl og høvdu onkur góð sett, men Uni hevði alla tíðina munin, var tryggur í lukkingunum og vann 5-3. Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Allan við Rætt. Tað sá út til, at Allan hevði brent tað mesta krútið av móti Jørgen, so Jan hevði alla tíðina tamarhald á dystinum og vann 5-2. Síðsta settið lukkaði hann 121 við reyðum bull.

Finalan var sostatt millum Una Árting og Jan McIntosh. Men finalan gjørdist ongantíð spennandi. Uni helt eitt javnt høgt støði og lukkaði væl, meðan Jan virkaði trilvandi. Uni vann greitt 6-1.


Úrslit:

Kvinnur

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

3. Liss á Fjallinum (HDF)

3. Maibrit Hvíthamar (HDF)

Hægst útgang: Maibrit Hvíthamar 96

Fæst pílar: Lýdia á Smið 19

 

Menn

1. Uni Árting (HDF)

2. Jan McIntosh (HDF)

3. Petur Thomsen (D16)

3. Allan við Rætt (D16)


Hægst útgang: Jan McIntosh 136

Fæst pílar: Remy Gaardlykke 14

Februar 9, 2019 

Tíðindi

Triðja umfar í tvímansleiki


Tvífaldu føroyameistarnir Jan McIntosh/Uni Árting úr HDF vunnu eisini triðju kappingina í tvímansleiki.


Finalan var ein endurtøka av finaluni í 2. umfari, tá Petur Thomsen/Remy Gaardlykke vunnu greitt. Hesaferð vóru Petur/Remy komnir til finaluna við settmuninum 13-0, meðan Jan/Uni vunnu spennandi hálvfinaluna móti Niels Thomsen/Kjell Johansen 5-4.

Vit fingu ein javna og spennandi finalu millum Petur/Remy og Jan/Una. Finalan skuldi heilt út í síðsta og avgerðandi settið. Jan/Uni vunnu finaluna 6-5.


Fýra tey bestu pørini gjøgnum kappingarárið koma í hálvfinalurnar til FM, sum verða á stóra finaludegnum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 27. apríl.


Stigatalvan eftir 3 umfør sæst her


Úrslit

1. Jan McIntosh/Uni Árting
2. Remy Gaardlykke/Petur Thomsen
3. Kjell Johansen/Niels Thomsen
3. Jan Erik Fjallstein/Bergur Kluftá


Øll úrslitini frá 3 umfari síggjast her


Fæst pílar:
Kjell Johansen/Niels Thomsen 16


Hægst útgang:
Heri Kallsoy/Hans Eivind Olsen 129

Februar 4, 2019 

Tíðindi

Triðja umfar liðkappingini í dart varð leikt á Argjum leygardagin.

Liðkappingin er skipað í tveimum bólkum og spæld verða 4 umfør har øll liðini spæla á sama stað. Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki eftir 4 umfør koma víðari til hálvfinalurnar.

 

Í bólki 1 hava føroyameistararnir úr Havnar Dartfelag 1 aftur verið einaráðandi í vetur. Leygardagin vunnu teir báðar dystirnar 9-0. Hinvegin er enn spenningur um annaðplássið í bólkium. Argja Dartfelag 1 og Team Sandoy leiktu javnt, og tí verður alt avgjørt í síðsta leikumfari. Bæði liðini skulu spæla móti HDF 1 og tí er Argja Dartfelag nokk favorittur til enda nr. 2, við tað at teir hava betri settmun og eru 2 stig frammanfyri Team Sandoy.

 

Bólkur 2 er enn meira spennandi. Vága Dartfelag, D16 og Klaksvíkar Dartfelag 1 eru sera jøvn á ovastu plássunum. Øll trý liðini fingu ein sigur og ein javnleik leygardagin. Tískil er framvegis bara eitt stig á muni undan síðsta umfari. Klaksvíkingar skulu spæla móti D16 og VDF, meðan VDF og D16 eisini hava hvør sín dyst, har tey eru stórfavorittar móti aftaru liðunum í bólkinum. Klaksvíkingar kunnu tó avgera alt sjálvir, um teir vinna báðar dystirnar.

 

Síðsta umfar í liðkappingini verður í Miðvági 9. mars.

Januar 21, 2019 

Tíðindi

5. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt á Svangaskarði leygardagin 19. januar.

38 menn og 11 kvinnur vóru við í kappingini.

 

Kvinnur

Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Annika Joensen allar sínar dystir í hvør sínum bólki. Lýdia vann tryggan 3-0 sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Annika tapti 3-2 móti Elisabeth Nicolajsen, ið annars hevði klárað seg illa í bólkaspælinum. Lýdia spældi hálvfinalu móti Vivian Andersen. Vivan var á odda 3-2 og hevði møguleika at vinna dystin í 6. setti, men Vivian lukkaði ikki og so fór Lýdia avstað við einum 4-3 sigri. Eisini í hinari hálvfinaluni máttu øll 7 settini spælast, áðrenn ein vinnari var funnin og endin var, at Eydna Olsen vann 4-3 móti Elisabeth. Finalan millum Lýdiu og Eydnu gjørdist ikki so spennandi. Lýdia fekk ikki tær høgu skorurnar, sum hon plagar og Eydna lukkaði betur, so Eydna vann finaluna trygt 4-1.

 

Menn

Menninir byrjaðu við 8 bólkum, har flestu favorittarnir megnaðu at blíva nr. 1 ella 2. Tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum. Tó hittust Jón Johansen og Esmar Mikkelsen longu í 1/16 -finalunum, har Jón vann 4-3.

Í 1/8-finalunum burdu dystirnir blivið javnari, men so var ikki. Einasti dysturin við veruligum spenningi í, var tá Uni Heðinsson vann 4-3 móti Hans Eivind Olsen. Heri Kallsoy vann 4-2 á Peturi Thomsen, ið annars var styrkismettur sum nr. 1.

Allar fjórðingsfinalurnar endaðu við greiðum sigrum. Jan McIntosh, Heri Kallsoy og Niels Thomsen vunnu allir 4-1, meðan Bogi Isaksen óvæntað vann heili 4-0 móti Remy Gaardlykke.

Niels Thomsen og Jan McIntosh hittust í aðrari hálvfinaluri. Jan var klárt betri og vann 5-1. Petur var sostatt komin ígjøgnum teir fýra cup-dystirnar við settmuninum 17-1, ið má sigast at vera sera sannførandi. Í hinari hálvfinaluni hittust Heri Kallsoy og Bogi Isaksen. Bogi hevði verið sannførandi heilt frá morgunstundini og hann helt fram við góða spælinum móti Hera og tryggjaði sær finaluplássið við einum 5-3 sigri.

Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Boga Isaksen. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Bogi hevði tó munin allan vegin og vann finaluna rímuliga greitt 6-3.

Úrslit:

Kvinnur

Eydna Olsen (Team Sandoy)

Lýdia á Smið (Kaldbak)

Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Annika Joensen 85

Fæst pílar: Lýdia á Smið 24

 

Menn

Bogi Isaksen (KDF)

Jan McIntosh (HDF)

Niels Thomsen (HDF)

Heri Kallsoy (Team Sandoy)

Hægst útgang: Kjell Johansen 149

Fæst pílar: Niels Thomsen 13

November 20, 2018 

Tíðindi

Frá vinstru: Eydna Olsen (nr. 3), Maibrit Hvíthamar (nr. 2), Annika Joensen (nr. 1) Birthe Sikivat (nr. 3)

Frá vinstru: Jóhan Hansen (nr. 3), Kjell Johansen (nr.2), Uni Árting (nr.1), Niels Thomsen (nr.3)

3 umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt í Skopun leygardagin 17. november.

 

26 menn og 9 kvinnur vóru við í kappingini.

 

Kvinnur

Hjá kvinnum vóru FM-finalistarnir frá 2017, Eyðna Olsen og Maibrit Hvíthamar, við fyri fyrstu ferð í heyst. Hinvegin var Lýdia á Smið, sum domineraði alt síðsta kappingarár, ikki við.

Í bólkaspælinum vunnu Maibrit Hvíthamar og Birthe Sikivat hvør sín bólk. Maibrit og Birthe vunnu eisini í fjórðingsfinaluni. Í hálvfinaluni mátti Birthe lúta fyri Anniku Joensen, meðan Maibrit vann móti Eyðnu Olsen. Finalan endaði við 4-1 sigri til Anniku.

 

Menn

Hjá monnum manglaðu fleiri leikarar í betra endanum. Hetta hevði við sær, at summir bólkar vóru munandi sterkari enn aðrir. Hetta hevði millum annað við sær, at Jón Johansen og Petur Thomsen ikki kláraðu at liva upp til styrkismetingina.

Jón fekk sterka mótstøðu beinavegin í 1/16-finaluni, har hann vann 4-3 móti Monrad Mouritsen.

 

Í 1/8-finalunum tapti Jón so 4-2 móti Boga Isaksen. Ein annar dystur, ið gjørdist sera spennadi var millum Kjell Johansen og Remy Gaardlykke. Hetta var fyrsta kapping hjá Kjell í heyst, men hann megnaði at halda Remy allan vegin til 3-3. Í sjeynda og avgerðandi settinum var Remy langt frammanfyri, men hann megnaði ikki at lukka og Kjell fór avstað við sigrinum, tá hann kom niður á lukking. Uni Árting møtti Ólavi Ellingsgaard, ið burdi kunnað givið Una mótstøðu, men Uni spældi ein sera góðan dyst við 83 í miðal og vann trygt 4-0.

Í 1/4-finalunum vóru 5 av 8 leikarum úr Havnar Dartfelag og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Uni Árting, Jóhan Hansen, Kjell Johansen og Niels Thomsen, allir úr Havnar Dartfelag, vunnu tryggar sigrar.

Sostatt vóru bert leikarar úr Havnar Dartfelag í hálvfinalunum. Niels Thomsen og Kjell Johansen (báðir uppaldir í Stráluni á Strondum) hittust í aðrari hálvfinaluri. Kjell vann sannførandi. Í hinari hálvfinaluni hittust Uni Árting og Jóhan Hansen. Uni vísti aftur gott spæl og tryggjaði sær plássið í finaluni.

 

Finalan var sostatt millum Kjell Johansen og Una Árting. At byrja við sást einki til, at hetta var fyrsta kappingin hjá Kjell hetta kappingarárið. Hann byrjaði sum eitt ódnarveður og kom á odda 5-1. Nú manglaði Kjell bert eitt sett fyri at vinna finaluna. Men so vaknaði Uni og hansara drúgvu royndir í føroyskum dart og altjóða kappingum komu honum til góðar. Spakuliga byrjaði hann at minkað um munin sett fyri sett og løtu seinni var støðan 5-5. Nú skuldi vinnarin finnast í 11. og avgerðandi settinum. Enn einaferð vísti Uni stórspæl og legði út við tvær ferðir 140. Harvið hevði hann fyrimunin og Uni lukkaði settið við einum útgangi á 94 og 14 pílum. Eitt sera flott comeback av Una.

 

Úrslit:

Kvinnur

Annika Joensen (Team Sandoy)

Maibrit Hvíthamar (HDF)

Birthe Sikivat (ADF)

Eyðna Olsen (Team Sandoy)

Hægst útgang: Annika Joensen 76

Fæst pílar: Annika Joensen 28

 

Menn

Uni Árting (HDF)

Kjell Johansen (HDF)

Niels Thomsen (HDF)

Jóhan Hansen (HDF)

Hægst útgang: Uni Árting 127

Fæst pílar: Jón Johansen 14

 

Oktober 23, 2018 

Tíðindi

Frá vinstru: Niels Thomsen, nr3. Bogi Isaksen, nr2. Petur Thomsen, nr 1. Uni Árting, nr 3.

Frá vinstru: Vivian Andersen, nr 3. Lydia á Smið, nr 1. Elisabeth Nicolajsen, nr2.

2. umfar av FM-kappingunum í einmansleiki var leikt í Miðvági leygardagin 20. oktober

 

37 menn og 8 kvinnur vóru við í kappingini.

 

Kvinnur

Í bólkaspælinum hjá kvinnum vunnu Lýdia á Smið og Birthe Sikivat allar sínar dystir í hvør sínum bólki. Lýdia vann tryggan 3-0 sigur í fjórðingsfinaluni, meðan Birthe tapti 3-2 móti Joan Edvør Thomasen, ið annars ongan dyst vann í bólkaspælinum. Lýdia vann í hálvfinaluni 4-2 móti Vivian Andersen, meðan Joan Edvør tapti 4-1 móti Elisabeth Nicolajsen. Lýdia og Elisabeth hava áður spælt mangar finalur, men Lýdia var aftur hesaferð tann betra og vann finaluna 4-1.

Menn

Av tí at hetta bert var 2. umfar, høvdu styrkismetingarnar við sær, at summir bólkar vóru munandi sterkari enn aðrir. Tá bólkaspælið var liðugt, vóru tað tó ikki tey nógvu óvæntaðu úrslitini, og tí vóru teir sterkastu leikararnir væl fordeildir í 1/16 -finalunum.

Í 1/8-finalunum gjørdust dystirnir javnari. T.d vann Bjartur Olsen 4-3 móti Hans Eivind Olsen, Rúni Olsen vann 4-3 móti Ólavi Ellingsgaard og Niels Thomsen vann somuleiðis 4-3 móti Allan við Rætt.

Í 1/4-finalunum vóru eisini tættir dystir og støðið var høgt, men tó vóru ávísir leikarar týðuliga merktir av nervum. Niels Thomsen vann enn einaferð 4-3, hesaferð móti BjarturiOlsen. Uni Árting vann 4-2 móti Jan Erik Fjallstein, ið ikki megnaði at lukka til 3-3. Jan McIntosh mátti lúta fyri Boga Isaksen, ið hevði eitt sett uppá 12 pílar, meðan Petur Thomsen vann triðja 4-0 sigurin upp í slag.

Niels Thomsen og Petur Thomsen hittust í aðrari hálvfinaluri. Petur helt fram við góða spælinum og vann 5-1. Petur var sostatt komin ígjøgnum teir fýra cup-dystirnar við settmuninum 17-1, ið má sigast at vera sera sannførandi. Í hinari hálvfinaluni hittust Uni Árting og Bogi Isaksen. Báðir spældu sera væl og fylgdust til 3-3. Bogi kom á odda 4-3, men Uni sá út til at javna, tá hann førdi 8. settið við næstan 200. Bogi gav tó ikki upp, og við tveimum 140’arum á rað, fekk hann lagt trýst á Una, og tá Uni ikki lukkaði, fór Bogi avstað við settinum og finaluplássinum.

Finalan var sostatt millum Petur Thomsen og Boga Isaksen. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Fyrsta settið var tó merkt av nervum, men báðir mannaðu seg upp og fylgdust allan vegin til 5-5 við javnt góðum settum (8 sett undir 20 pílar) og sera tryggum lukkingum (Bogi hevði 122 og 121 við bull). Teir máttu sostatt allan vegin út í 11. og avgerðandi settið. Petur fekk við sínum fimta 180’ara hendan dagin lagt seg framum Boga og hann lukkaði eisini, áðrenn Bogi slapp framat. Petur vann sostatt finaluna 6-5.

Vert er at leggja aftrat, at so mikið sum 21 180’arar komu í kappingini, 4 mans høvdu sett undir 15 pílar og 5 mans høvdu útgangir yvir 130.

 

Úrslit:

Kvinnur

Lýdia á Smið (Kaldbak)

Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)

Joan Edvør Thomasen (VDF)

Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Lýdia á Smið 59

Fæst pílar: Lýdia á Smið 28

 

Menn

Petur Thomsen (D16)

Bogi Isaksen (KDF)

Niels Thomsen (HDF)

Uni Árting (HDF)

 

Hægst útgang: Petur Thomsen 160

Fæst pílar: Bogi Isaksen 12

 

 

Finalan hjá monnum millumPetur Thomsen og Boga Isaksen.

Oktober 9, 2018 

Tíðindi

Fyrstu PDCNB kappingar við Føroyingum

 

Farna vikuskifti var seinasta umfar av sokallaða PDCNB (Professional Darts Coorporation, Nordic & Baltic) pro tourinum í 2018. Hendan kappingin er skipað yvir 5 vikuskifti gjøgnum árið, og verður hildin í Lituenia, Finnlandi, Danmark, Svøríki og í Íslandi. PDCNB pro tour kappingin hevur 2 umfør hvørt av hesum 5 vikuskiftinum, og so eru eisini 3 EuroTour (ET) kvalifiseringskappingar á skránni. Sostatt heili 5 kappingar eitt vikuskifti.

Hetta var næstu ferð at føroyingar luttaka í einum PDCNB-umfari. Fyrsta luttøkan var í summar, tá ið Uni Árting spældi seg til næstu rundu í Danmark í einari ET kapping.

Jan MaCintosh traðkaði veruliga inn á dartpallin hetta vikuskiftið. Besta úrslitið var eitt flott semifinalupláss í einum av ET-kappingunum. Jan vann fyrst á Dennis Nielssen, 6-5, sum er eitt heilt fantastiskt úrslit, tá ið hugsað verður um at Dennis Nielssen er nummar 11 á PDCNB styrkilistanum, og nummar 5 á PDC Challenge tourinum. Men hetta var ikki nóg mikið hjá Jan, hann endaði við at endurtaka bragdið við at vinna á Daniel Larsson, eisini 6-5. Daniel Larsson er nummar 2 á styrkilistanum, og hevur kvalifiserað seg til HM í Desember. Og sostatt var Jan klárur til semifinalu móti Norðmanninum, Cor Dekker. Her gjørdist Jan ov stuttur, og tapti 6-2.

Bogi Isaksen stóð seg eisini sera væl í Íslandi. Hann fekk flest stig av føroyingunum hetta vikuskiftið á PDCNB styrkilistan. Hann spældi seg víðari í báðum PDCNB kappingunum móti tveimum Íslendingum. Í seinnu kappingini gav Bogi, Marko Kantele góða mótstøðu í felstu settunum, men Finnin var øðiliga sikkur við at avgera settini og lukkaði beinan vegin. Dysturin endaði 6-1. Bogi fekk 250 stig á PDCNB listan og

Besta úrslitið hjá Una Árting var tá ið hann veruliga trýstið Madars Radzma til ein spennandi dyst. Uni hevði møguleika at gera støðuna til 5-5, men settið vann Razma og vann sostatt dystin 6-4. Madars Razma vann heili 3 av 5 kappingunum hetta vikuskiftið, og endaði á einum samlaðum 4 plássi fyri 2018, og hevur eitt sokallað PDC tour-card, og spælir regluliga móti heimselituni. Tað eydnaðist ikki Una at spæla seg víðari í nøkrum av hinum kappingunum, har hann fekk sterk lutakast í hvørjari kapping, samstundis við at spælið ikki var tað besta vit kenna frá Una.

Samanumtikið kann sigast at úrslitini vóru framúr góð, tá ið hugsað verður um at hetta einans er næstu ferð av føroyingar luttaka í PDC-kappingum.

Meira kann lesast um úrslitini og kappingarnar her http://pdc-nordic.tv/

 

September 17, 2018 

Tíðindi

Fyrsta umfar í Tvímansleiki og Liðkappingini

 

Tvífaldu Føroyameistarnir Jan McIntosh og Uni Árting úr HDF, vunnu ársins fyrstu kapping í tvímansleiki. Finalan var ein endurtøka av FM finaluni í 2017, og vunnu Jan og Uni 6-4 á Boga Isaksen og Kristian Joensen úr KDF. Nr 3 gjørdist Jan Erik Fjallstein og Bergur Klúftá úr VDF og Esmar Mikkelsen og Ólavur Ellingsgaard úr Pílar og Skot. Fyra tey bestu pørini gjøgnum árið koma í hálvfinalurnar til FM, sum verða á stóra finaludegnum

 

Úrslit og stigatalva (Tvímansleikur)

 

Eisini var spælt fyrstu tvey umførini í liðkappingini, har umboaðu Esmar og Ólavur KDF 1 saman við Hans Jacob Heinesen og Una Heðinsson, har gjørdu teir bart og vunnu sínar dystir, og liggja Nr 1 í bólki 1. Í bólki 2 í liðkappingini vunnu HDF 1, sum er manna av Jan og Una, Niels Thomsen og Jógvan Hvíthamar, sínar dystir, og liggja Nr 1 har. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalu, og verður finalan á stóra finaludegnum

 

Úrslit og stigatalva (Liðkappingin)

DARTSAMBAND FØROYA


Endamálið hjá Dartsamband Føroya (DSF) er at vera sambindingarlið millum dartfeløg í Føroyum og samskipa dart sum ítrótt í Føroyum.

SAMBAND VIÐ DSF

 

Gerðisvegur 5, FO-2420 Skopun

 

T. 260563

E.  dartsamband@gmail.com

W. www.dartfo.com

F. www.facebook.com/dartsamband-føroya

Copyright @ All rights reserved